Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin Jobin Drangastein hevur skriva undir við Víkingi

Jobin Drangastein hevur skriva undir við Víkingi

Jobin Drangastein


Víkingur hevur undirskriva ein eitt ára sáttmála við stinna miðvallarleikaran Jobin Drangastein av Argjum.

Víkingur hevur leita eftir einum leikara til okkara miðvøll, nú Súni Olsen er givin í felagnum.

Jobin Drangastein hevur sína fótbóltsuppaling í AB. Hann er ein leikari, ið ikki sparir seg í nærdystunum, og Jobin gevur sær eitthundrað og tíggju prosent hvørja ferð. Víkingur er kent fyri sín stríðsanda, og tí kemur Jobin at passa væl inn í okkara hóp. Jobin hevur leikt 112 dystir í Effo-deildini og steypakappingini. Hann hevur skora 27 mál í vaksnamannadeildunum.

Jobin Drangastein hevur einans umboða barndómsfelagið AB, men spurdur um Víking, svarar hann, “Víkingur er eitt sera áhugavert felag, ið hevur verið við til at mynda toppin í føroyskum fótbólt tey seinastu mongu árini, og tískil eri eg sera spentur uppá, at fáa meg royndan í einum felagi við so góðum og royndum leikarum.”

Vit í Víkingi eru sera fegin um, at Jobin hevur valt at spæla við okkara felagið, komandi kappingarár. Víkingur ynskir Jobin vælkomnan, og góða eydnu.


WLYV


Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner