Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin 7 steypasigrar á Tórsvølli í 4 ár

7 steypasigrar á Tórsvølli í 4 ár

csm atli_gregersen_storsteyp_2357bc70c4

Í góðveðrinum á Tórsvølli leygarkvøldið, 27. februar, eydnaðist enn einaferð Víkingi at vinna eitt steyp.

Talan var um stórsteypafinaluna, sum aftur í í stóð millum Víking og B36. Víkingur vann dystin 1 – 0 og gjørdi Sølvi einsamalla málið í seinna hálvleiki.

Hetta er 3 árið á rað, at Víkingur vinnur steypið, men ikki nokk við tað. Hetta er samstundis 7 steypasigur á Tórsvølli í 4 ár. Hetta kunnu spælara og onnur, sum standa saman um Víking verða stolt av. Hetta gevur mót og áræði og vísir, at Víkingur aftur í ár vil kappast um steyp og heiðursmerkir.

WLYV

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner