Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin Okkara skal verjast, fyri 12 ferð

Okkara skal verjast, fyri 12 ferð

edit

Sunnudagin er steypadystur í Sarpugerði, HB kemur á vitjan og skal royna at skumpa okkum av trónini. Men vit Víkingar ætla okkum so heilt sikkurt ikki at leggja kongin. Steypi, sum er komið við heim tey seinastu 4 árini, skal vinnast til ognar. Og ein av steinunum á vegnum til at vinna steypi aftur, er longu vendur og vunnin, vit fóru suður til Vágs at spæla ímóti FC Suðuroy, og vunnu dystin 2-3. Málini tá skutu Magnus og Bárður.

Sum sagt, so kemur HB á vitjan sunnudagin. Teir koma heilt vist at leggja nógv fyri í vónini um at basa okkum í steypakappingini. Tó skal sigast at Víkingur, sum vit øll vita, hevur eina heilt serstaka søgu í júst hesari kappingini, og tað er langt ímillum tapini. Um vit leggja hálvfinalu dystirnar saman, so hava vit ikki tapt nakran dyst í kappingini síðani vit taptu móti ÍF í 2011. Harvið eru vónirnar góðar, eins og til hvønn Effo-dyst.

Tó krevur tað ein innsats frá hvørjum tí einasta leikara, eisini fjepparum hjá felagnum. Ultras sum á sinni var sera aktivt og larmandi er ikki eins aktivt longur, og krevur tað tískil nýggjar kreftir. Men, vit sóðu til dystin í móti B36 at fjepparar klára at larma og rópa uttan eina hjálpandi hond frá Ultras. Og tað skulu tit enduliga halda fram við at gera og ongantíð betur um øll eru ílatin tann ljósabláa búnan. Latið okkum leggja eins nógv fyri og leikarirnir, og harvið hjálpa teimum til sigurs. Tað er nógv stuttligari hjá leikarunum at merkja at øll í felagnum vilja tað sama, umframt at tað er nógv stuttligari sum fjeppari at merkja at mann stuðlar liðnum.

Felagið sum á sinni gjørdist ein samanbræðing av GÍ og LÍF hevur vunnið júst hesa kappingina 5 ferð í 8 ár, meðan GÍ vann kappingina 6 ferðir. Um vit leggja alt saman, so eiga vit 11 steypakappingar sigrar. Tískil kann árið í ár geva okkum steypið fyri 12 ferð, sum er ein varði í vil nakað, ein varið sum sæst í fótbóltssøguni.

Komið tí øll, stór sum smá, til dyst sunnudagin, í ljósbláum og klár at stuðla okkara garpum.

WLYV

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner