Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Hinar mansdeildirnar Tveir nýggir víkingaleikarar umboða Føroyar

Tveir nýggir víkingaleikarar umboða Føroyar

Jensa Kára til Víking U17Í døgunum 31. august til 9. september skal føroyska U17-landsliðið við gentum til EM-undankapping í Slovakia. Í hópinum, sum fer avstað eru tær báðar Jensa Olsen og Kára Jarnskor.

Føroyar er komið í bólk saman við vertstjóðini Slovakia, Spania og Pólandi.

Venjararnir, Jón Pauli Olsen og Bára Skaale Klaksten hava umframt Jensu og Káru úttikið hesar 16 leikararnar:

Lea Reginsdóttir, Rannvá Mortensen, Lilja Simonsen og Lív Arge, HB; Tina Joensen, Hervør Olsen, Ásla Johannesen og Katrina Akursmørk, KÍ; Silja Johannesen, Rebekka Johannesen og Kára Djurhuus, EB/Streymur; Tóra Stenberg Olsen og Rúna Jacobsen, KÍ/FC Suðuroy; Brynja Høj, B36; Margun Lindholm, B68/NSÍ; Hanna Poulsen, ÍF

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum í EM-undankappingini er 3. september ímóti Spania. Tann 5. september møtast Føroyar og Póllandi, og 8. september spælir føroyska U17-landsliðið ímóti Slovakia.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner