Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Hinar mansdeildirnar U14 dreingirnir steypavinnarar

U14 dreingirnir steypavinnarar

U14
Myndafrásøgn frá móttøkuni í Bovling

U14 dreingirnir hjá Víkingi lótu ongan iva verða um, hvør eigur Cadbury steypið, tá teir annað árið á rað vunnu okkara ungu dreingir steypakappingina. Við einum 5 - 1 sigri kundu U14 dreingirnir seta hol á ein steypadag, sum fer í søgubøkurnar sum ein einastandandi dagur fyri Víking og føroyskan fótbólt. 

Við tveimum málum frá Annbjørn Svensson legði Víkingur seg á odda 2 - 0 tíðliga í dystinum. Hetta gjørdi tað sjálvandi trupult hjá EB/Streymi, men so við og við løgdur teir meira trýst á, men hetta gav so einki úrslit áðrenn hálvleik.

Í øðrum hálvleiki megnaði EB/Streymur at svara aftur, og so var spenningur aftur í dystinum. Víkingarnir trýstu nógv og vildu hava dystin avgjørdan og tað eydnaðist eisini umsíður, tá liðskiparin Fannhard Skoradal sleyt seg leysan av verjuni hjá sundalagsdeingjum og setti bóltin trygt í netið. Eftir hetta fingu okkara tvey mál afturat. Fyrst var tað Adrian Justinussen, sum skoraði og í yvirtíðini kundi Pætur Kristiansen seta krúnuna á verkið við fimta málinum hjá víkingadreingjunum.

Til lukku allir samlir.

WLYV

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner