Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Ársins hjá Kvinninum

Ársins hjá Kvinninum

Kvinnurnar hjá Víkingi hava valt ársins leikara, ársins stjørnuskot og bestu uppmøting 2012.

Kappingarárið hjá kvinninum hevur, eftir umstøðunum, gingið væl í ár. Kvinnurnar hava eitt sera ungt lið, har fleiri av U-17 gentunum hjá Víkingi hava leikt við. Tær hava klára seg sera væl, og avgjørt ein spennandi framtíð fyri kvinnufótbóltin hjá Víkingi. 

Nú kappingarárið er komið at enda, varð atkvøtt fyri ársins leikara og ársins stjørnuskot 2012. Ársins leikari gjørdist Nina Davidsen, og hon hevur staðið væl í málinum hjá kvinninum alt kappingarárið. Ársins stjørnuskot gjørdist Jensa Olsen. Jensa er bert 16 ára gomul, og hetta er fyrsta heila kappingarár hjá henni. Við sínum framúr bóltførleika, og skotum er hetta avgjørt ein uppiborin heiður. Margunn Jacobsen vann heiðurin bestu uppmøting.

Við Ingun Hansen og Hannu Olsen á oddað, vil Víkingur hervið takkað fyri tað stóra arbeiðið sum tær gera fyri kvinnufótbóltin hjá okkum. Tær hava ein spennandi hóp, og vónandi halda tær fram, soleiðis at kvinnufótbólturin kann mennast meira. Takk fyri í ár. 

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner