Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Tveir Víkingaleikarar á A-lansliði við kvinnum

Tveir Víkingaleikarar á A-lansliði við kvinnum

alt     alt

 

 

 Laila Pætursdóttir og Ansy Sevdal eru úttiknar til venjingardystin hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum skulu spæla tann 28 novembur í Niedercorn í Luksenburg. Víkingur ynskir teimum tilukku við úttøkunu og ynskir teimum góða eydnu.

Hetta er fyrsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum síðani mars mánað í fjør, tá føroyska liðið luttók í EM-undankapping á Malta. Ta ferðina taptu Føroyar fyri Armenia og Georgia, meðan føroyska liðið vann á Malta.

Men komandi ár sleppa føroysku kvinnurnar aftur at royna seg í undankapping. Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga avgjørt, at Føroyar skulu taka lut í næstu HM-undankapping fyri kvinnur, sum verður spæld í døgunum 4. til 9. apríl.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner