Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Hinar mansdeildirnar Víkingar á U17 landsliðið

Víkingar á U17 landsliðið

Fýra Víkingaleikarar úttiknir til U17-landsliðið við gentum. 


u17-2013

Arnborg Lervig, Sigrun T. Magnussen, Bjørt Holm og Hjørdis Rasmusdóttir eru úttiknar til U17 –landsliðið  við gentum sum í døgunum 14. til 20. apríl skal taka lut í fýralanda-kapping í Wales.

Talan er um eina minikapping, sum UEFA skipar fyri.

Umframt Føroyar og vertstjóðina Wales, verða Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini, sum verður spæld í Swansea í Wales.

Víkingur ynskir teimum tillukku við úttøkuni og góða eydnu við kappingini.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner