Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Fyrsti sigurin hjá Kvinnunum

Fyrsti sigurin hjá Kvinnunum

AB - Víkingur 0-2

Kvinnurnar vunnu sín fyrsta dyst í ár. 

Kvinnurnar hjá Víkingi hava fingið eina ógvuliga torføra byrjan uppá kappingarárið, men í dag kom fyrsti sigurin í hús. 

Tvey tey fyrstu umførini hava tær leikt ímóti FM favoritunum HB og KÍ. Tað gekk ikki at fáa nøkur stig, hóast tær royndu sítt besta. 3. umfarið gekk heldur betri, tí kvinnurnar vunnu 2-0. Jóhanna Lervig gjørdis dagsins kvinna, ið skoraði bæði málini. Bæði málini komu efitr einum flottum uppspæli, sum endaði við innleggi frá Lailu Pætursdóttir. Kvinnurnar lógu omaná mest sum allan dystin, og høvdu nógvar møguleikar at økja um leiðsluna. Tó endaði dysturin bert 2-0: Ein søtur sigur.

Næsti dystur verður á heimavølli ímóti ÍF. Hann verður leiktur 21. apríl.

Tillukku við tí flotta úrslitinum.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner