Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Kvinnur Víkingur - ÍF

Kvinnur Víkingur - ÍF

Víkingur - ÍF 1-2

Kvinnurnar hjá Víkingi fóru undir 4. umfarð av landskappingini í dag, dysturin var ímóti grannunum úr Fuglafirði. Ein grannauppgerð er sjálvdan ein løtt uppgáva, og tað kom sera væl til sjóndar í dystinum.

ÍF fingu eitt heldur heppið mál í fyrra hálvleiki, tá ein misskiljing varð ímillum verjuleikarin og málmannin. Kvinnurnar hjá okkum royndu at trýsta allan dystin, fyri at fáa útjavnandi málið. Tær høvdu fleiri málmøguleikar, men eydnaðist ikki at fáa hann í kassan, hóast tær lógu omaná mest sum allan dystin. Heldur gekk tað betur hjá gestunum, og fingu tí eitt mál afturat í seinna hálvleiki. Tó kláraðu kvinnurnar at fáa eitt mál, tá bert tríggir min. vóru eftir av dystinum. So endaliga støðan gjørdist 2-1 til gestinir. Niðurstøðan í dag er, at ein grannauppgerð kann fara báðar vegir og tíverri ikki til okkara fyrimun í dag.

Næsti dystur verður mikudagin á heimavølli. Hetta verður fyrsti dystur í steypakappingini, og hann verður leiktur ímóti B36.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner