Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Kvinnurnar víðari í steypakappingini

Kvinnurnar víðari í steypakappingini

Fjórðingsfinlan í steypakappingini hjá kvinninum var leikt í kvøld. Dysturin var ímóti B36, hóast ein spennandi dyst, so vístu vit hvør varð best. 

Kvinnurnar leiktu ímóti B36, hetta var ein dystur sum skuldi avgerðast. Tað gjørdist avgjørt ein spennandi dystur, ið varð leiktur í Sarpugerðið í kvøld. Av tí at kvinnurnar júst hava mist málverjan, Ninu Davidsen, gjørdist uppgávan enn verrið. Venjarin, Ingun Hansen, tók sær av uppgávuni og stóð sum ein brandur. 

Viljin at vinna var avgjørt til staðar allan dystin, tí kvinnurnar høvdu nógvar málmøguleikar og lógu fyri tað mesta omaná. Eitt mál kom í fyrra hálvleiki aftaná eitt flott einmansavrik av Lailu Pætursdóttir, sum sendi eitt innlegg til Bjørg Jarnskor, sum skoraði til 1-0. Tó megnaði B36 at svara aftur beint eftir steðgin, har Brynhild Haraldsen fekk høvdið á bóltin eftir hornasparki. Tað sást týðiliga á báðum liðinum at tey vildu vinna, so báðar partar høvdu nógvar royndir á mál. Men dysturin endaði 1-1, tí var neyðugt at fara út í longda leiktíð. Har kom ikki nógv burturúr, tó Víkingur fekk møguleikan at leggja seg á odda við brotssparki, men tað eydnaðist ikki. Dysturin endaði við brotsspark kapping, tá gjørdist Ingun tann stóri vinnarin og bjargaði tveimum skotum. Harumframt skoraði hon eisini tað síðsta brotssparki, og slóg sigurin fastan. 

Hjartliga tillukku WLYV!

1. hálvfinalan verður leikt tann 2/5 í móti ÍF á heimavølli. 

Næsti dystur í landskappingini verður sunnudagin 28/4 ímóti EB/SKÁLA við Margáðir. 

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner