Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Kvinnur ÍF/Víkingur

Kvinnur ÍF/Víkingur

Í dag var avtala undirskrivað við reyðu grannarnar innanfyri Varmakeldueið, sum inniber, at bestu kvinnuliðini hjá feløgunum báðum leggja saman.

Afturat tí kemur samstarvið at merkja, at 2. deild kvinnur  og U17 gentur eisini koma at samstarva í 2014.

Samstarvsavtalan merkir, at annarhvør heimadystur verður leiktur í Fuglafirði og annarhvør í Gøtu/Leirvík.

Annarhvør útidystur verður leiktur í reyðu ÍF litunum, og annarhvør í ljósabláu Víkingalitunum.

Av tí at tað tóktist trupult at manna tvey lið, var kalla til fund millum feløgini, venjararnar og leikaraumboð, og skjótt kom eitt samstarv í lag.

Liðið í 1. og  2. deild koma at spæla undir navninum ÍF/Víkingur,  og U17 gentir sum Víkingur/ÍF.

Hendan avtalan bleiv undirskrivað í dag, og kemur venjarin hjá ÍF kvinnunum í 2013, Durita R. Djurhuus, at hava høvuðsábyrgdina av 1. og 2. deildar liðnum,

við góðari hjálp úr báðum feløgunum og Jákup Foldbo og Hanna E. Olsen hava ábyrgdina av U17.

Júst fráfarni formaðurin í ÍF, Magnus Jørmundsson, og formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, skrivaðu undir avtaluna í dag.

Vit vænta at hetta samstarvið fer at gangast væl, og ynskja øllum, ið hava við liðini at gera, góða eydnu við kappingarárinum

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner