Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Kvinnurnar vunnu í Gundadali

Kvinnurnar vunnu í Gundadali

Kvinnurnar vunnu í Gundadali

B36 – ÍF/VÍKINGUR 19.04.2014


Við einum sera væl leiktum fyrra hálvleiki, vunnu kvinnurnar2-1 á B36 í Gundadali leygardagin 19. apríl. Hetta var triðja umfar í landskappingini og fyrstu trý stigini til kvinnurnarhetta kappingarárið. Vit spældu gott á øllum plássum oghøvdu sera gott samanspæl, serliga í fyrra hálvleik. Eftir 33 minuttir legði Arna Vatnhamar eina flotta avlevering tilJakobu Svensdóttir á høgru síðu uttanfyri 16 meturin. Jakobasendi eitt beinleiðis langskot í málið uttan nakran tjans fyri B36 málverjan! Eitt sera vakurt mál og var hetta eisini fyrsta málið hjá Jakobu í kvinnudeildini.

Sjálvt um kvinnurnar høvdu fleiri málmøguleikar og nógv gott spæl, komu ikki fleiri mál í fyrra hálvleik. Hálvleikstøðan vartískil 1-0 til ÍF/VÍKING. Í seinna hálvleik leikaði meira hart á og B36 kom nógv meira fram á vøllin og javnaðu tær eftir 67 minuttir við einum beinleiðis frísparki 4-5 metrar uttanfyri 16meturin á vinstru síðu. Hetta var eisini eitt sera flot mál av Biritu Mortansdóttir hjá B36ÍF/VÍKINGA kvinnurnarstríddist tó víðari og verjan og málverjin stóð væl ímóti trýstinum frá B36. Aftaná 83 minuttir kom eitt skjótt álopframmi á B36 hálvuni og Simona Heinesen í B36 málinum misti langskot frá Jensu Olsen sum Jóhanna Lervig, aftanáfarligt smáspæl frammanfyri B36 málinum, sendi í netið til 2-1. Ein fult uppibornan sigur, hóast seinni hálvleikur var meira javnur.

Næsti dystur hjá kvinnunum í 1. deild er ímóti HB í Gundadali 27. apríl.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner