Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Barna og Ungdómsdeild Vilbjerg-cup

Vilbjerg-cup

Í summar fara U14 dreingir hjá Víkingi til Vildbjerg at luttaka í stóru Vildbjerg-cup sum verður í døgunum 30.juli – 2.august.

Vildbjerg cup er ein sera stór kapping, har fleiri 1000 ung, frá fleiri ymiskum natiónum, eru felags um fótbóltin. Kappingin er sera væl fyriskipa, og ein stór uppliving fyri dreingirnar. Eisini er hetta við til at menna dreingirnar sum fótbóltspælara, og kemur hetta, heilt vist, Víkingi til góðar tá dreingirnir koma uppí vaksnamannadeildirnar, umframt at hetta er við til at styrka samanhaldið á liðnum. Í hesum sambandi, fara dreingirnir at savna pening inn til ferðina. Til dystirnar hjá besta liðnum, fara teir at selja lutaseðlar, umframt at teir hava átikið sær uppgávuna sum bóltadreingir, og fer allur innkomin peningur til Vildbjerg túrin, eisini fara teir at skipa fyri øðrum tiltøkum. Tiltøkini sum teir gera áðrenn ein túr, er eisini við til at styrkja samanhaldið, og menna teir sosialt, allir arbeiða móti einum felags máli. Vit takka fyri allan stuðul, og vóna at tit taka væl ímóti dreingjunum, hetta er okkara framtíð, og tað er gott at teir vilja menna seg sum fótbóltspælara á so ungum aldri. Gott kappingaár.

Fyrireikingarbólkurin hjá U14, 2015.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner