Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Kvinnurnar fingu teirra fyrsta stig

Kvinnurnar fingu teirra fyrsta stig

Tað hevur gingið heldur slakt hjá okkara kvinnum í landskappingini í ár og hava tær eftir fimm umfør tapt heili fimm dystir og sostatt einki stig fingið.

Í dag skuldi tær taka ímóti HB í Sarpugerði og nú skuldu stig spyrjast burturúr. Seinast tær møttu HB var fyri einum góðum mánaði síðani, tá ið liðini brustu saman í Gundadali; tá fóru havnargenturnar avstað við øllum við einum sannførandi 3-0 sigri.

Í fyrra hálvleiki legði HB stórt trýst á tær bláu, men dysturin var nógv merktur av fløkjasligum spæli, sum ofta endaði við langum bóltum, har einki spurdist burturúr. Tó eydnaðist tað HB stutt fyri hálvleik at spæla ein langan bólt niðan til Milju R. Simonsen, ið hegnisliga slapp sær framvið verjuni hjá ÍF/Víkingi og legði HB á odda.

Felagsliðið hjá ÍF/Víkingi legði betri fyri í seinna hálvleiki og longu tá ið tveir minuttir vóru spældir vann Durita B. Nielsen bóltin í høgru síðu og megnaði at skjóta bóltin innfyri, har Jóhanna J. Lervig kundi lyfta bóltin uppum málmannin og bólturin dalaði inn í málið. Støðan var nú 1-1 og kvinnurnar fingu veruliga blóð uppá tonna.

Eftir hetta var dysturin sera javnur, og bæði liðini vildu fegin fáa tað avgerandi málið, tó bendi alt á, at dysturin fór at enda við javnleiki 1-1, men soleiðis var ikki.

Tá ið 90 minuttir vóru spældir fekk HB innlegg úr høgru síðu og Hildur Egilsdóttir slapp framvið verjuni og kunda seta bóltin í málið. Síðani var 2-1 og yvirtíðin var sett í gongd.

Kvinnurnar góvust ikki her og eftir at hava sentrað fór Jóhanna J. Lervig rekandi fram í vinstru síðu við bóltinum og royndi seg við skoti, men bólturin rakti tvørstongina og bólturin brast út aftur í spæl. Í høgru síðu fekk Marita á Fríðriksmørk fatur á bóltinum beint frammanfyri miðjuna og smekkaði til og bólturin fór syngjandi inn í stongina og síðani inn í HB-málið og so var aftur javnleikur.

Sigast kann, at rómurin var stórur í Sarpugerði í dag, nú kvinnurnar kunnu gleðast um teirra fyrsta stig í landskappingini 2015. Komandi dystur verður leiktur í Norðragøtu ímóti AB/B36 sunnudagin 10. mai.

WLYV

jjl

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner