Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Fyrsti sigurin

Fyrsti sigurin

Í nógva vindinum í gjár tóku ÍF/Víkingur ímóti nýggja felagsliðnum AB/B36. Liðini møttust fyrstu ferð í ár til innleiðandi umfarið í steypakappingini, ið varð leikt 15. mars á Argjum. Tá gjørdist støðan 1-1 eftir longda leiktíð og tískil var neyðugt við brotssparkakapping fyri at avgera dystin, ið kvinnurnar vunnu 2-4.

Kvinnurnar løgdu nógv fyri í nógva vindinum í Sarpugerði í gjár, og longu tá ið 10 minuttir vóru leiktir kom Kára Jarnskor rekandi fram við bóltinum úr høgru síðu. Kára slapp sær framvið fleiri leikarum og fekk síðani spælt bóltin inn í brotsteigin, har Bjørt Holm vann bóltin. Hon royndi seg við skoti, men hetta eydnaðist ikki fyrru ferðina; tó eydnaðist tað Bjørt at vinna bóltin aftur og síðani at prika bóltin framvið verjuni og málmanninum hjá AB/B36 og leggja kvinnurnar í bláum á odda 1-0.

Eftir at kvinnurnar høvdu tikið leiðsluna, løgdu tær fyri við sera framsøknum spæli, ið elvdi bæði til innlegg og hornaspørk, men vindurin darvaði spælinum og farið varð til hálvleiks við støðuni 1-0.

Í seinna hálvleiki høvdu kvinnurnar undanvind og nærum alt spæli; tað mesta av spælinum fór fram á hálvuni hjá AB/B36, har kvinnurnar vunnu fram til nógvar málmøguleikar, ið kundu økt um leiðsluna, men verjan hjá AB/B36 vardi dúgliga fyri skotunum hjá ÍF/Víkingi, og aftur hesaferð tarnaði vindurin spælinum nógv.

Tá ið hálvur tími var eftir at leika, eydnaðist tað Sigrid Petersen at vinna bóltin miðskeiðis á egnari hálvu og reka fram í høgru síðu og seta bóltin innfyri, har Jensa P. Olsen var komin framvið. Jensa kundi trygt seta bóltin í málið og so var støðan 2-0.

Hóast heimaliðið hevði yvirvág nærum allan dystin, megnaðu tær ikki at skjóta fleiri mál og tískil gjørdist endaliga støðan 2-0, ið óivað hevði kunnað verið ein enn størri sigur.

Kvinnurnar hava nú veruliga nakað at gleðast um, nú tær hava ognað sær 3 kærkomin stig.

Næsti dystur verður longu leiktur mikukvøldið 13. mai við Margáir ímóti EB/Streym/Skála, og er hetta fyrra hálvfinalan í steypakappingini.

WLYV

jjl

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner