Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin 3 stig og 3 mál

3 stig og 3 mál

Mikukvøldið 20. mai kl. 19:30 var 9. umfarið í kvinnudeildini bríkslað í gongd. Við Margáir var borðreitt við oddabrakið, tá ið EB/Streym/Skála tóku ímóti oddaliðnum KÍ. Tann dysturin endaði við javnleiki 2-2.

Kvinnurnar úr ÍF/Víkingi leiktu ímóti AB/B36 á Argjum, og vóru tær sera ágrýtnar frá fyrsta bríksli. Longu tá ið 5 minuttir vóru leiktir gav tað stóra trýstið úrslit.

Heimaliðið áttu málspark og okkara leikarar lógu høgt uppi á vøllinum, tá ið tað eydnaðist Jensu P. Olsen at vinna bóltin stutt uttanfyri brotsteigin. Jensa var ísakøld; hon vendi og setti bóltin trygt inn í málið.

Eftir hetta løgdu kvinnurnar seg longur aftur á vøllin og dysturin gjørdist alsamt meira javnur. Okkara kvinnur høvdu yvirvág, men teir heilt stóru møguleikarnir spurdust ikki burturúr.

Teir síðstu 5 minuttirnar av fyrra hálvleiki løgdu kvinnurnar aftur nógv trýst á AB/B36 verjuna. Tá ið 41 minuttir vóru leiktir kom Jensa rekandi úr vinstru síðu, men hon varð feld nakað uttanfyri 16 meturin og dómarin bríkslaði fyri frísparki í einari góðari støðu. Jensa skeyt høgt innfyri og eftir eitt sindur av trunkaspælið, eydnaðist tað Jóhonnu J. Lervig at seta bóltin í netið.

Kvinnurnar tóku nú veruliga dik á seg og eftir gott smáspæl á miðjuni, megnaði Jensa at senda Jóhonnu avstað við einum fløtum bólti ímillum verjuna hjá AB/B36, soleiðis at Jóhanna var einsamøll ímóti málmanninum, ið feldi hana í 5 metrinum. Dómarin ivaðist ikki og peikaði á plettin. Kára Jarnskor varð sett á skjóta og hon skoraði trygt. Støðan var nú 3-0 og farið var til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki byrjaðu kvinnurnar har tær sleptu, við stórum trýstið á heimaliðið. Serliga var tað Marita á Fríksmørk, ið átti nógv góð innlegg úr høgru síðu. Tíanverri fingu okkara leikarar ikki gagnnýtt møguleikarnar, men ístaðin minkaðu tær um trýstið so líðandi.

Tað tóktist sum vóru kvinnurnar nøgdar við leiðsluna og tískil var seinni hálvleikur nógv merktur av óskipaðum spælið frá báðum pørtum. Bæði liðini høvdu tó nakrar møguleikar, ið høvdu kunnað farið í mál, men sigast kann, at dysturin var mestsum avgjørdur longu í fyrra hálvleiki og endaliga úrslitið gjørdist eisini, eins og hálvleiksstøðan, 3-0.

Næsti dystur verður leiktur mánadagin 25. mai kl. 12:30 í Djúpumýru, tá ið Kí-kvinnurnar bjóða okkum vælkomnum.

WLYV

jjl

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner