Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin Javnleikur í Sarpugerði

Javnleikur í Sarpugerði

Eftir stórtapið í Klaksvík 2. hvítusunnudag skuldu kvinnurnar taka ímóti liðnum, ið liggja næst á stigatalvuni, nevniliga EB/Streymi/Skála. Dysturin varð leiktur í Sarpugerði og tað var eingin ivið um at kvinnurnar vóru sera væl upplagdar.

Fyrri hálvleikur var sera javnur, men tað var eyðsæð at bæði liðini fegin vildu hava stig í skjáttuna. Til tíðir gjørdist spælið heldur óruddiligt, men bæði liðini komu til kjansir. Eitt nú megnaði Jensa P. Olsen at vinna okkum tvey hornaspørk, ið hon sjálv setti væl innfyri, og við meira nærlagni kundu hesi ivaleyst verði umsett til mál.

Tá ið EB/Streymur/Skála setti spælið í gongd aftur eftir hornaspørkini, gjørdi Durita B. Nielsen fríspark beint uttanfyri okkara 16 metur, ið lættiliga kundi verði vandamikið. Tíbetur fór skotið hjá EB/Streymi/Skála uppum.

Eftir hetta leggur útiliðið meira fyri og við góðum spæli, megna tær at spæla teirra áleypara púra leysan, men linjuverjin vinkar fyri rangstøðu og vandin var av á hesum sinni.

EB/Streymur/Skála fáa nú veruliga blóð uppá tonna og royna seg við skoti útfrá, ið Hanna S. Poulsen stórbjargar. Hanna vardi málið sera væl og spældi ein sannan branddyst sum aftasti skansi. Tá ið hálvur tími var leiktur fekk EB/Streymur/Skála fríspark eitt sindur frammanfyri miðjuna, men Arnborg Lervig fær høvdið á bóltin og fær skallað hann út til horna. Skotið kemur væl innfyri og tá megnar Fríðrún Danielsen at seta bóltin í málið.

Eftir hetta løgdu EB/Streym/Skála ikki so nógv fyri og dysturin gjørdist meira javnur.

Beint fyri hálvleik gjørdi Margunn Lindholm fríspark uttanfyri okkara brotsteig. Dómarin hevði gula kortið á lofti, men Margunn var ónøgd við avgerðina og ímeðan dómarin viðmerkti kortið, skjýtur Margunn bóltin burtur, ið er nokk til at geva henni seinna gula kortið og hon noyðist tískil av vøllinum.

Tá ið dómarin bríkslar fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki, eru kvinnurnar aftanfyri við einum máli, men tær eru við gott mót, tí at nú eru tær í meiriluta, og hetta skuldu vit gera okkum dælt av.

Tá ið dómarin bríkslaði seinna hálvleik í gongd, løgdu kvinnurnar nógv fyri og vit sóu nógv góð uppspøl úr báðum síðum, eisini vóru nøkur hornaspørk, ið við eitt sindur av hepni høvdu kunnað farið í mál.

Tá ið 57 minuttir vóru leiktir gav tað stóra trýstið veruliga úrslit, tí Jensa P. Olsen fekk fríspark miðskeiðis á hálvuni hjá EB/Streymi/Skála. Sigrid Petersen var sett at skjóta og hon royndi seg við beinleiðis skotið og setti eina sanna perlu í málið.

Eftir málið minkaði heimaliðið um tað stóra trýstið og dysturin gjørdist alsamt meira javnur aftur. Tó hevði EB/Streymur/Skála ein stóran møguliga, men Marita á Fríðriksmørk fekk vart fyri. Eisini hevði heimaliðið fleiri smærri møguleikar, ið kundu havt økt um leiðsluna. Endaliga støðan gjørdist sostatt 1-1 og kvinnurnar eru tískil komnar uppá 8 stig.

Hósdagin 4. juni eru EB/Streymur/Skála longu aftur á vitjan, tá ið kappast verður í seinnu hálvfinalu um løgmanssteypið. Fyrra hálvfinalan varð leikt við Margáir mikudagin 13. mai og endaði tann dysturin 0-0, tískil er komandi dystur sera spennandi. Vónandi koma viðhaldsfólk at stuðla okkara kvinnum og vónandi verða tær at síggja á stóra steypadegnum í august.

WLYV

jjl

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner