Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin

Effodeildin

Gott avrik, hóast tap!

Í brennandi sólskini høvdu nógvir áskoðarar leitað sær á Svangaskarð til fyrra dystin hjá okkum móti oddaliðnum í norsku kappingini. Eitt frískt lot var og fyrra hálvleik høvdu vit lotið undan.

Rosenborg gav bóltin upp, og teir royndu at flyta bóltin skjótt runt úr aðrari síðuna í hina. Víkingaliðið lá aftarlaga á vøllinum, og skjótt sást, at verjuparturin var sera væl skipaður.

Les meira…

Víkingur-Rosenborg á Svangaskarði

Hóskvøldið 2. juli kl. 19 spæla vit fyrra Europa-league dystin á Svangaskarði móti Rosenborg úr Tróndheimi í Noregi.

Vónandi møta nógvir fjepparar upp at stuðla okkara leikarum. Í hesum sambandi er ókeypis atgongd til allar fjepparar.

Atli Gregersen hevur longt við Víking

Atli

Atli Gregersen hevur longt sáttmálan við Víking í tvey ár. Atli er 33 ár. Atli hevur leikt 275 dystir fyri Víking, og skoti 18 mál. Atli hevur somuleiðis leik 28 A-landsdystir fyri Føroyar.

Les meira…

Dystarfrásøgn27.07.15

Fríggjadagin 27.06.15 var Víkingur betra liðið.

Teir vóru væl betri enn HB, og ivi var ongantíð um, hvat lið var tað betra

Bæði liðini vóru skerd.  Á HB-liðnum manglaðu fleiri leikarar, og hjá Víkingi manglaðu Hans Jørgin og Suni. Gert Hansen og Dánjal Pauli eru so dánt við at finna stevið eftir drúgva fráveru.

Líkindini vóru vánalig við nógvum vindi oman eftir vøllinum. Víkingur fekk undanvind í fyrra hálvleiki og HB fekk tað tí sera trupult. Víkingar settu seg tungt á dystin og vóru sera væl skipaðir í verjupartinum. Menn stríddust fyri hvørjum bólti og vunnu teir ikki sjálvir bóltin, fingu teir sum oftast prikað hann til onkran viðleikara.

32 minuttir leiktir, og Gunnar Vatnhamar fer við ferð við bóltinum, snarar inn móti miðjuni og finnur eitt lítið hol í verjuni, og so er 1 – 0.


35 minuttir leiktir, og Heðin Hansen skeyt langt úti frá, og bólturin brast í meskarnar ovaliga í vinstra horni. 1 – 0.

Tað ið eftir var av fyrra hálvleiki broytti ikki støðuna.

Nú vóru vit bangin fyri, at HB fór at koma út sum eitt óløgi, og helst royndu teir tað eisini, men víkingaliðið dugdi betur at spæla í mótivindinum, enn HB hevði gjørt.

Tá ið 66 minuttir vóru leiktir var klumpaspæl í HB brotsteiginum, og endin var, at Atli Gregersen setti bóltin í netið.

Dysturin var rótutur, og dómararnir dugdu illa at leiða hann. Nógvar skeivar avgerðir og ofta tagdi floytan tá ið hon átti at ljóðað. Mest sum eitt undur, at ikki stórir skaðar hendu. Serliga vóru leikararnir á HB-liðinum misnøgdir.

Sum so kann ikki sigast, at tær skeivu avgerðirnar avgjørdu dystin, men tær lýttu hann

Nú eru vit so farin í summarsteðg og gleða okkum til dystirnar ímóti Rosenborg og til seinnu hálvu.

WLYV

Dysarfrásøgn27.06.15

Les meira…

Trý mál og trý stig

Átta minuttir vóru farnir, tá ið Víkingur hevði lagt seg á odda 2-0 móti EB/Streymi. Og fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, taá ið støðan var 3-0.

Sum Víkinga-áskoðari var tað deiligt at fáa triðja málið, tí tá var tað eins og dysturin var lukkaður og sigurin komin í hús.

Les meira…

Klassamunur!

Eftir framúr gott avrik á Tórsvølli í kvøld eru vit aftur í steypafinaluni. Rómurin í gestaskýlinum undan dystinum gav eina kenslu av, at hetta kundi gerast okkara dystur, hóast afturúr 1-0 frá fyrru hálvfinaluni.

Les meira…

La-La-La-Lava!

Dúgliga hevur tosið gingið um mannfallið síðstu umførini, og fleiri vóru helst nakað ivasom, nú vit skuldu stinga hondina í vespureiðrið. Men vit fingu annað at síggja.

Líkindini at spæla vóru góð, hóast frískt lot lá tvørs av vøllinum. Beinanvegin sást, at okkara spælarar vildu nakað í dag.

Les meira…

Høg leikferð og góður hugburður

Dysturin í Fløtugerði man vera besti dystur hjá Víkingi í ár. Tað sást frá fyrsta bríksli, at menn vóru til reiðar, og ikki ætlaðu at lata vertirnar koma fyri seg.

Les meira…

Gott spæl, góður hugburður og trý stig!

Eftir tvey tap á rað á útivølli var týðandi at vinna heimadystin móti AB í dag. Argjamenn hava ikki verið so lættir at syfta  og hava meir enn einaferð argað okkum. Líkindini at spæla fótbólt vóru frálík, hóast kuldin ikki rættiliga vil sleppa takinum.

Les meira…

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner