Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin

Effodeildin

Javnleikur

Eftir landsliðssteðg varð landskappingin sett í gongd aftur um vikuskiftið. Hesaferð var landsliðið mannað av fleiri Víkingum og teir, ið fingu spælitíð, vóru teir eyðsýndastu á vøllinum móti Ungarn!

Les meira…

Javnleikur

Eftir landsliðssteðg varð landskappingin sett í gongd aftur um vikuskiftið. Hesaferð var landsliðið mannað av fleiri Víkingum og teir, ið fingu spælitíð, vóru teir eyðsýndastu á vøllinum móti Ungarn!

Les meira…

Víkingur – ÍF, 5 – 0.

Nógvur vindur var í Sarpugerði henda dagin, 16 – m/s, landsynningur sunnan ella har á leið og beint eftir vøllinum móti ánni.

Les meira…

4 Víkingar á landsliði

Víkingur vil ynskja Atla, Bárði, Halli og Sølva tillukku við landsliðsúrtøkuni.

Atli er aftur at síggja í landsliðsblusini, og hevur hann í seinastini prógva seg sum ein góður síðsti skansi hja Víkingi. Lítið er at ivast í, at hann er, um ikki tann besti, so í topp 2 av teimum fragastu verjuleikarunum í landinum, vit vilja ynskja honum tillukku við at vera við aftur á landsliðinum.

Bárður hevur aftur fingið aftur val. Bárður hevur prógva at hann er ein av teimu bestu høgru bakkum í landinum og hevur hansara avrik fingið hann inn á landsliði, og er hetta nakað sum vit í Víkingi hava leingi vita og vilja vit ynskja honum tillukku.

Hallur hevur síðani hann kom til Víking prógva sítt virði og er hann ein av bestu leikarum, sum vit í Føroyum eiga. At Hallur bleiv úttikin er ikki eitt yvirraskilsi fyri okkum Víkingar, eiheldur ikki nakað yvirraskilsi fyri fótbólts føroyar. Víkingur vil ynskja Halli tillukku við úrtøkuni.

Sølvi er úttikin á landsliði fyri fystu ferð, og er hetta nakað sum vit sum varða av Víkingi leingji hava bíða eftir. Sølvi hevur víst seg at vera ein sannur brandur á miðvøllinum og hanara partur plagar ikki at liggja eftir tá dysturin er leiktur. Víkingur vil ynskja Sølva tillukku við hansara fyrstu a-landsliðs úrtøku.

Niðast er ein leinkja av landsliðs úrtøkuni.

Annars so hevur Lars Olsen tikið hesar leikara út:

Málverjar

Gunnar Nielsen, Motherwell
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36

Verja:

Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Viljormur Davidsen, Vejle
Johan Troest, HB
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Ålgård
Sonni Ragnar Nattestad, AC
Ari Mohr Jónsson, Silkeborg
Bárður Hansen, Víkingur

Miðvøllur:

Fróði Benjaminsen, HB
Gilli Sørensen, AaB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager
Hallur Hansson, Víkingur
Brandur H. Olsen, FCK
Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Àlop:

Jóan Símun Edmundsson, HB
Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur
Páll A. Klettskarð, KÍ

http://www.youtube.com/watch?v=rhBwB0t8hW8#t=125

Sigfríður heldur fram í Víkingi

Sigfríður Clementsen2

Tað er nú greitt at Sigfríður Clementsen heldur fram sum venjari hjá okkum.

Les meira…

Heðin hevur longt við Víking

Heðin Hansen2

Heðin Hansen hevur longt sáttmálan við Víking, við einum árið.

Les meira…

Ongin ivi!

Í frálíkum veðri við Løkin í kvøld staðfesti Víkingur góðu gongdina.

Les meira…

Tamdur tikari!

Eftir frálíka steypasigurin á Tórsvølli leitaðu okkara menn sær aftur til Havnar til dyst í effodeildini. Mótstøðuliðið var greiða oddaliðið úr B36. 

Byrjanin í landskappingini royndist illa, men síðstu umførini hevur einki lið klárað at bast Víkingum.

Les meira…

Víkinga tøkk

Víkingur vil nýta høvið at takka øllum, sum vóru við at gera steypadagin til nakað serligt í søgu felagsins. Her verður hugsa um tey sum vóru við at leggja dagin til rættis og fingu okkum onnur í góðan víkinga stemmning. Eisini skulu okkara stuðlar hava eina tøkk fyri at teir vóru við at gera dagin til tað sum hann bleiv. Sjalvandi mugu vit ikki gloyma okkara spælara, bæði U16 og besta liði hja okkum, at tit vóru nakrar kempur,og gjørdi tykkara skyldur sjalvt um á stóð viðhvørt. Størsta heilsanin fer tó til tykkum, sum varða av okkara felag Víkingi, viðhaldsfólki hja Víkingi, tit vóru øll sum ein, heilt ótrúlig har suðri á Tórsvølli. Til enda vil Víkingur ynskja øllum sum varða av Víkingi eitt stórt tillukku við steypasigrinum, og eftir er bara at siga at vit koyra á tað sum eftir er av kappingini.

WLYV

Steypið er framvegis HOYMA!

csm steypid aed6bc72d4

Mynd: Sigmar Mørkøre

Spenningurin var øgiligur, nú víkingar stevndu mannsterkir til Havnar til enn eina steypafinalu. Alla vikuna hava óføru fjeppararnir úr Eysturkommunu fyrireikað seg til dagin, og tiltikni tólvti maðurin finst neyvan betri nakrastaðni enn hjá Víkingi.

Les meira…

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner