Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin

Effodeildin

Atgongumerki

Um tit ikki náddu at keypa atgongumerki til dystin ella bussin, so kunnu tit venda tykkum til Jeffra á tlf 742026.

So vunnu vit aftur, og ikki hissini sigur

Í bestu líkindum møttu vit til dystin, sum fleiri okkara onkursvegna mundu meta sum styrkisroyndin, stríðið um bronsuna og stríðið  Eysturoynna. Miðlarnir leingi hava mett NSÍ sum vinnara. Enn er ein endaligur vinnari ikki funnin, tí vit hava enn ein dyst okkara millum.

Les meira…

Landsliðsúrtøka

http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&;Action=1&NewsId=1413&PID=487

Víkingur vil ynskja Halli og Bárði tillukku við landsliðsúrtøkuni, eisini vil Víkingur ynskja Kaj Leo tillukku við úrtøkuni.

Enn einaferð...

Enn einaferð...


Líkindini vóru heilt góð í Norðagøtu í kvøld har vit tóku ímóti KÍ, nakað av fólki hevði eisini leita sær í Sarpugerð til dyst ið á papírinum skuldi fari at vera ein spennandi dystur. Fólk uttanfyri vøllin hildu fyri at hettar var ein dystur ið ikki kundi tapast.
Dysturin byrjaði sum so í ordan frá okkara síðu uttan at vit nakrantíð vóru heilt farligir, vit fingu klaksvíkingar at renna aftaná í eini 10 min. men so javnaði tað seg út og løgi sum tað ljóðar bleiv dysturin forferdiligur at hyggja eftir frá áskoðaraplássunum! Tað vísti seg at ræðslan at tapa var størri enn viljin at vinna, av tí spældi hvørki liði ein góðan dyst, tað stóð eisini 0-0 í hálvleikinum ið var fult í tráð við leikgongdina.
Seinni hálvleikur byrjaði nakað sum fyrri endaði, ikki gott spæl og fáðir málmøguleikar, hvussu var og ikki so var eitt uppspæl úr høgru ið endaði við einum innleggi og inni í fimmmetrinum stóð Henry Heinesen og skallaði bóltin í egi mál og gav okkum trúnna uppá at tað nú fór at ganga at vinna 3 stig. Eftir hettar byrjaðu klaksvíkingar at røra uppá seg og 10 min. eftir at vit komu á odda tá javnaði KÍ, eitt álop endaði við at Páll Klettskarð fekk bóltin í brotssteigarfeltinum, smelkaði til, Geza bjargaði skotininum men til alt óheld endaði bólturin aftur hjá Pálli og hesa ferð var hann eirindaleysur og smekkaði hann uppundir nettakið, nú stóð 1-1.
Tað minni góða spælið helt á fram tað sum eftir var af seinna hálvleikið, hóast tað so komu vit til onkrar kjansir og hálvar kjansir, Bárður hevði eitt kanón gott skot sum Meinhardt fekk fingraspíðsarnar á og fekk bóltin út til eitt horna. Eisini hevði Atli ein skallara á stongina, enn einaferð var eydnan ikki við okkum og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð var tað ein staðfesting at fimti javnleikurin í landskappingini var veruleiki. Hesaferð í mun til nógvar aðrar ferðir var javnleikurin kanska í ordan, tí tað var ring at síggja ein greiðan vinnara í hesum dystinum.
Nú hava vit ein dyst aftur sunnudagin ímóti NSÍ sum er ein beinleiðis kappingarneytið um triðja plássið, tá skuldu allir menn veri tøkir aftur, tá eru Hallur, Hans Jørgen og Heðin við aftur og vónandi verður tað tað ið ger munin og vit endiliga kunnu fáa 3 stig á kontuna aftur, møti øll upp í Sarpugerði sunnudagin og stuðli, tað hava okkara menn so dyggiliga brúk fyri!

WLYV

Kaj Leo ger um seg!

Levanger, ið Kaj Leo flutti til eftir seinasta kappingarár, hevur í dag spælt móti Rosenborg 2. Teir spæla í 2. deild og í løtuni liggur Levanger á 4. plássi. Rosenborg var mannað við fleiri av spælarunum, ið vanliga leika á besta liðnum. Sigast má, at Kaj Leo gjørdi rættiliga um seg í dag. Fyrst javnaði hann við brotsparki til 1- 1 og seinni legði hann Levanger á odda 2-1. Tó megnaði Rosenborg at javna, og dysturin endaði 2-2. Flott avrik av Kaj Leo og vit ynskja honum alt tað besta framyvir.

Málini síggjast her: http://www.levangeravisa.no/sport/article10032715.ece

Tað restar lítið í

Víkingur-AB 17. aug. 14

Líkindini vóru ikki av teimum bestu, fyri ikki at siga elendig í dag, tá vit høvdu vitjan av Argja Bóltfelag. Hetta er aðru ferð í ár at teir vitja okkum.

Fyrru ferð var á fyrsta leikdegi, og tá fóru teir suður aftur við øllum trimum stigunum. So okkara leikarar áttu at verið klárir hesaferð,

men tíverri var úrslitið enn einaferð soleiðis at vit stóðu eftir uttan at hava fingið fulla úrtøku.

Les meira…

Tað restar lítið í.

Víkingur-AB 17. aug. 14

Líkindini vóru ikki av teimum bestu, fyri ikki at siga elendig í dag, tá vit høvdu vitjan av Argja Bóltfelag. Hetta er aðru ferð í ár at teir vitja okkum. Fyrru ferð var á fyrsta leikdegi, og tá fóru teir suður aftur við øllum trimum stigunum. So okkara leikarar áttu at verið klárir hesaferð, men tíverri var úrslitið enn einaferð soleiðis at vit stóðu eftir uttan at hava fingið fulla úrtøku.

Sum fleiri teir seinastu dystirnar hevði venjarin heldur ikki allar mans tøkar, har tað serliga eru leikbann sum seta dagsskránna. Størsta broytingin sum hetta hevur við sær er at Súni Olsen verður settur at spæla í miðverjuni. Hansara partur liggur ikki eftir, men miðvøllurin missur nakað av síni styrki, og tað er spell.

Um vit fingu at vita hvussu stóran part av tíðini hvørt liðið hevði bóltin, so var býtið helst umleið 80-20 í Víkings favør, men tað sigur okkum bara hvat tað er sum telur. Tað eru skotin mál, og ikki skaptir møguleikar. Frá fyrsta bríksli løgdu vit trýst á gestirnar. Tað vóru bert fáir minuttir farnir so varð Finnur einsamallur við málmanninum, men tað lukkaðist ikki at fáa mál. Og sum so ofta fyrr í ár so slær tað bakk hjá okkum. AB fer í mótálop, og so var 0-1. Okkara mistu tó ikki móti, men hildu tó á við at leypa á. Men hvat hendir? Enn eitt AB-mótálop og støðan er 0-2. Kann orsøkin vera at okkara leikara bert royna seg móti málinum tá teir hava 100% møguleika at fáa mál? Tað var so eitt av evnunum tosað varð um afturvið kaffimunninum í steðginum. Tað skal tó sigast av vit fingu eitt mál í fyrra hálvleiki. Eftir smáspæl í høgru síðu gjørdist Philip leysur og smekkaði til. Eitt væla mál.

Í stuttum kann sigast um seinna hálvleik at liðini vóru í álopi 3 ferðir samanlagt. Víkingur í 2 ferðir á 22 minuttir og AB eina ferð í 1 minutt. Vit fingu eitt mál so dysturin endaði 2-2. Eitt innlegg úr høgru endaði við at Heðin fekk fótin á. Aftur eitt gott mál, men tað er bara ov langt ímillum upplagdu møguleikarnar.

Til alla lukku fyri okkum tapti EB/S í dag so vit øktu um avstandin millum liðini. Dystur er aftur í Sarpugerði longu komandi mikukvøld. KÍ kemur at vitja, og hvat siga tit skulu vit ikki bara hølva teir av? Tað haldi eg.

PS. Sambart yr.no verður tað góð líkindi til fótbólt.

Forza ljósabláir

Steypafinalan

Nú nærkast enn ein STEYPAFINALA, har VÍKINGAR enn einaferd skulu síggjast og hoyrast. Víkingur heitir tí á fjepparar, ið á einhvønn hátt vilja hjálpa til við fyrireikingunum, um at møta í Víkingahúsinum eftir Effodystin móti AB í dag. 
WLYV

Undirhald fyri allar pengarnar, - men bert eitt stig!

Eftir harða skrá í summar og júst afturkomnir úr Kroatia, var EB/Streymur á skránni. Teir koppaðu oddaliðnum síðsta vikuskiftið og kundu við sigri fara fram um okkum.

Les meira…

Evropaævintýrið av - á hesum sinni!

Sum fyrsta føroyska lið megnaði Víkingur at spæla seg í 3. umfar av Evropa league. Hetta er eitt so fantastiskt úrslit í sær sjálvum, og sjálvandi vistu vit, at mótstøðan fór at blíva møtimikil. Aftaná, at fyrst Daugavas úr Letlandi reyk í 1. umfari og síðan norska Tromsø í 2. umfari, var mótstøðan Rijeka úr Kroatia. Kroatia er eitt stórveldi í fótbóltshøpi, so her fingu okkara Víkingar veruliga sína sak fyri.

Og tað var sjón fyri søgn, at hetta var eitt gott fótbóltslið. Teir spældu við nógvari ferð og tekniskt vóru spælararnir sera væl fyri.

Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði 1-5, hóast vit í fyrra hálvleiki stóðu væl og vóru um reppið at halda javnt til hálvleik, men tíverri fingu gestirnir mál í síðsta minutti. 

Seinni dystur varð spældur í Kroatia í gjárkvøldið. Tað, ið mest galt um var at vera tættir í verjuni. Kroatar høvdu bóltin fyri tað mesta og royndu at leggja trýst á, - og trýstið var øgiligt. Men verjan stóð stinn, og vit hildu tætt nokk so leingi. Men í 40. minutti fingu teir fríspark úti í vinstru síðu. ( Helst áttu vit at fingið fríspark fyrst, sum endurtøkurnar av støðuni vístu) Líkamikið. Frísparkið var lagt væl innfyri og fyrstur á bótinum var Jahovic, ið legði Rijeka á odda.

Longu tíðliga í øðrum hálvleiki var sami Jahovic aftur upp á spæl og so stóð 2-0. Nú lúrdi vandin fyri stórtapi, men tíbetur stóð Víkingur seg sera væl móti trýstinum. Næstu løtuni hendi ikki nógv, men í 60. minutti var aftur sami Jahovic framvið og fullførdi sítt hattrick.

Rijeka fingu eitt mál aftrat til endaligu støðuna 4-0. Tó høvdu vit bóltin í málinum í 85. min., men Lava bleiv dømdur rangstaddur. Kanska heldur ivasamt, tí upptøkurnar vístu, at hann helst timaði sína renning perfekt. 4-1 hevði sæð penari út, men alt í alt møttu vit einum sera sterkum liði. Avrikið hjá Víkingunum var avgjørt flott, og tit hava gjørt okkum øll stolt av tykkum.

Nú eru so bert tvær kappingar eftir hjá okkum í ár. Komandi mánakvøld møta vit EB/Streymi í Sarpugerði til Effodyst!

WLYV

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner