Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Kvinnudeildin

Kvinnudeildin

Kvinnurnar leggja í vaðið

Fyrsta umfarið í bestu kvinnudeildini verður bríkslað í gongd hetta vikuskifti og eins og í undanfarnum árum eru okkara kvinnur við í kappingini.

Les meira…

Javnleikur í Sarpugerði

Eftir stórtapið í Klaksvík 2. hvítusunnudag skuldu kvinnurnar taka ímóti liðnum, ið liggja næst á stigatalvuni, nevniliga EB/Streymi/Skála. Dysturin varð leiktur í Sarpugerði og tað var eingin ivið um at kvinnurnar vóru sera væl upplagdar.

Les meira…

3 stig og 3 mál

Mikukvøldið 20. mai kl. 19:30 var 9. umfarið í kvinnudeildini bríkslað í gongd. Við Margáir var borðreitt við oddabrakið, tá ið EB/Streym/Skála tóku ímóti oddaliðnum KÍ. Tann dysturin endaði við javnleiki 2-2.

Kvinnurnar úr ÍF/Víkingi leiktu ímóti AB/B36 á Argjum, og vóru tær sera ágrýtnar frá fyrsta bríksli. Longu tá ið 5 minuttir vóru leiktir gav tað stóra trýstið úrslit.

Les meira…

Fyrsti sigurin

Í nógva vindinum í gjár tóku ÍF/Víkingur ímóti nýggja felagsliðnum AB/B36. Liðini møttust fyrstu ferð í ár til innleiðandi umfarið í steypakappingini, ið varð leikt 15. mars á Argjum. Tá gjørdist støðan 1-1 eftir longda leiktíð og tískil var neyðugt við brotssparkakapping fyri at avgera dystin, ið kvinnurnar vunnu 2-4.

Les meira…

Kvinnurnar fingu teirra fyrsta stig

Tað hevur gingið heldur slakt hjá okkara kvinnum í landskappingini í ár og hava tær eftir fimm umfør tapt heili fimm dystir og sostatt einki stig fingið.

Í dag skuldi tær taka ímóti HB í Sarpugerði og nú skuldu stig spyrjast burturúr. Seinast tær møttu HB var fyri einum góðum mánaði síðani, tá ið liðini brustu saman í Gundadali; tá fóru havnargenturnar avstað við øllum við einum sannførandi 3-0 sigri.

Les meira…

Nýggjur venjari settur til 1. deild kvinnur hjá ÍF/Víkingi

10807055 10154749978790478 2034869933 n

So hevur felagsliðið hjá ÍF/Víkingi fingið nýggjan venjara.

Les meira…

Kvinnurnar vunnu í Gundadali

Kvinnurnar vunnu í Gundadali

B36 – ÍF/VÍKINGUR 19.04.2014


Við einum sera væl leiktum fyrra hálvleiki, vunnu kvinnurnar2-1 á B36 í Gundadali leygardagin 19. apríl. Hetta var triðja umfar í landskappingini og fyrstu trý stigini til kvinnurnarhetta kappingarárið. Vit spældu gott á øllum plássum oghøvdu sera gott samanspæl, serliga í fyrra hálvleik. Eftir 33 minuttir legði Arna Vatnhamar eina flotta avlevering tilJakobu Svensdóttir á høgru síðu uttanfyri 16 meturin. Jakobasendi eitt beinleiðis langskot í málið uttan nakran tjans fyri B36 málverjan! Eitt sera vakurt mál og var hetta eisini fyrsta málið hjá Jakobu í kvinnudeildini.

Sjálvt um kvinnurnar høvdu fleiri málmøguleikar og nógv gott spæl, komu ikki fleiri mál í fyrra hálvleik. Hálvleikstøðan vartískil 1-0 til ÍF/VÍKING. Í seinna hálvleik leikaði meira hart á og B36 kom nógv meira fram á vøllin og javnaðu tær eftir 67 minuttir við einum beinleiðis frísparki 4-5 metrar uttanfyri 16meturin á vinstru síðu. Hetta var eisini eitt sera flot mál av Biritu Mortansdóttir hjá B36ÍF/VÍKINGA kvinnurnarstríddist tó víðari og verjan og málverjin stóð væl ímóti trýstinum frá B36. Aftaná 83 minuttir kom eitt skjótt álopframmi á B36 hálvuni og Simona Heinesen í B36 málinum misti langskot frá Jensu Olsen sum Jóhanna Lervig, aftanáfarligt smáspæl frammanfyri B36 málinum, sendi í netið til 2-1. Ein fult uppibornan sigur, hóast seinni hálvleikur var meira javnur.

Næsti dystur hjá kvinnunum í 1. deild er ímóti HB í Gundadali 27. apríl.

Kvinnur ÍF/Víkingur

Í dag var avtala undirskrivað við reyðu grannarnar innanfyri Varmakeldueið, sum inniber, at bestu kvinnuliðini hjá feløgunum báðum leggja saman.

Les meira…

Kára, Jensa og Jóhanna á U-19

Fyrr í kvøld varð U-19 landsliðið hjá kvinnum úttikið, har tær, í september, skulu leika EM undankapping í Finnlandi. Heili tríggir víkingar vóru í millum hópin, og tær eru: Jóhanna Lervig, Jensa Olsen og Kára Jarnskor. Kára og Jensa umboðaðu U-17 landsliðið í sísta kappingarár, og eru nú við U-19. 

Tær skulu leika ímóti Kekkia, Moldova og Finnlandi, har dystinir verða ávíkavist leiktir tann 21. 23. og 26. september. 

Vit í Víkingi ynskja tykkum hjartaliga tillukku við úttøkuni, og góða eydnu í Finnlandi. 

Kvinnurnar: Annað beinið í finaluni

Fyrra hálvfinalan hjá kvinnunum varð leikt í kvøld. Meðan landskappingin hevur gingið minnið gott, so hava tær klára seg sera væl í steypakappingini. 

Les meira…

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner