Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi

Tíðindi

Hepnir fuglfirðingar!

Í góðveðrinum i Fløtugerði høvdu nógvir áskoðarar leitað sær til Fuglafjarðar at stuðla okkara Víkingum. Harða dystarskráin, nú vit hava verið sannir brandar í evropa legaue, hevði við sær, at Sigfríður hevði gjørt nakrar broytingar. Hallur, Súni og Lava, ið allir vóru slitnir eftir dystin hóskvøldið, sótu á beinkinum.

Les meira…

Møtumikil mótstøða

Tað var ein møtumikil mótstøða tá vit hóskvøldi tóku ímóti HNK Rijeka úr Kroatia.
Útiliði legði hart út og stýrdi dystinum stóran part av fyrra hálvleiki hóast vit komu til nakrar fáar og smáar kjansir, longu eftir 15 min. stóð 0-1 tá visti man at brekkan bleiv brøtt og drúgv, men 20 min. seinni vildu okkara menn tað ørvísi, eitt álop endaði við at vit fingu eitt hornaspark, bólturin bleiv lagdur innfyri og har stóð Hallur og skallaði bóltin í málið til 1-1.
Hettar gjørdi at útiliði fór at pressa naka meir men tað vísti seg at okkara menn ikki vildu spara seg, teir bakkaðu ikki fyri einari takling! Men so beint fyri hálvleik hendi tað ið ikki mátti henda, vit mistu okkara stríðsmann á defensiva miðvøllinum eftir at hann var í einari takling við ein kroata og mátti berast av vølli, ein støða ið ikki sá so gott út men vit bæði vóna og vænta at síggja Hans Jørgen skjótt aftur á vøllinum. Í kjælavørinum av hesum fekk so Rijeka bóltin í málið til 1-2 og okkara menn fingu sum váta vøttin.
Í seinna hálvleiki var tað sum um at kroatarnir høvdu fingi boð um at spæla "skitnari" fótbólt og sigast skal at vit fingu lítið forerandi frá Makedonska dómarinum, tað er tó onki at skylda uppá, bert 7 min. inn í seinna hálvleik bleiv støðan 1-3 og dysturin var í roynd og verðu avgjørdur, tað gjørdi tað heldur ikki lættari tá ein tann mest eyðsýndi víkingaleikarin Hallur Hansson eisini mátti út við skaða, sum skilst er tann skaðin ikki so alvorligur.
Sum sagt var brekkan brøtt og eystureuropeiskur fótbóltur liggur sum flest øllum kunnugt øgiliga illa til føroyskan fótbólt, tá tað restaðu 15 min. í var Sølvi so óheppin at gera brotsspark, í Víkingaleguni halda menn at talan var um eitt av teimum heilt bíligu, hvussu var og ikki so var brotsspark dømt og tað umsettu kroatarnir til mál, nú var støðan 1-4.
Tá tað so restaðu 10 min. bleiv tað so 1-5 og so var also onki at snakka um meir, vit fingu ein smekk! Men treygugt so so er hattar fyrsta tapið hjá okkum í Europa League í ár, tað er so altíð nakað man kann taka við sær.
Sigast skal tó um dystin at tað skal ongin víkingaleikari ganga við skomm aftaná handan dystin, menn góvu seg 100% men vit møttu bara einum betri liði, longri er tann søgan ikki, her var heilt sikkurt nógv vit kunnu taka við okkum til ta heimligu kappingina hóast tað sær svart út til returdystin í Kroatia.
Komandi dystur er ímóti ÍF 4. august í Fuglafiðri, tá plaga víkingaleikarnir ikki at smæðast, møti øll mansterk upp og stuðli.
WLYV

Møtimikil mótstøða!

Tað var ein møtumikil mótstøða tá vit tóku ímóti HNK Rijeka úr Kroatia í kvøld.

Les meira…

Víkingasaga! - Eitt bragd!

VikingurTromso

Aftur í ár leiktu okkara Víkingar seg til annað umfar, og í kvøld skuldi slagið standa í Tromsø, eftir at fyrri dysturin á Svangaskarði endaði málleysur. Nógv viðhaldsfólk høvdu valt at taka av tilboðnum at fara við til Tromsø, - og tey hoyrdust væl! :)

Les meira…

Europa Leauge dystur hósdagin; Víkingur – Tromsø

download

Víkingur og Tromsø bresta saman á Svangaskarði hóskvøldið kl 19:00.

Les meira…

Víkingaferð til Tromsø

komið við

Hóskvøldið í síðstu viku var eitt nýtt kapittul skrivað í Víkingasøguna tá vit annað árið á rað spældu okkum víðari í annað umfar í Europa League kappingini, hesaferð við at vinna samanlagt á Daugava úr Letlandi.

Les meira…

Víkingaskútan í heimin nú stevnir.....

hugni á flogvøllinumÍ gjárkvøldið fór ferðalagið avstað við flúgvara móti Letlandi. Farið verður víðari til Letlands í dag og so byrja endaligu fyrireikingarnar av álvara.

Víkingur vann fyrra dystin, og tí eru sjálvandi vónir um víðari luttøku aftur í ár, men at spæla heima og úti kann vera sum dagur og nátt, og tí eru Sigfríður og hansara menn sjálvandi árvaknir hóskvøldið, tá slagið skal standa. Ferðalagið letur væl og í dag er føðingardagur í hópinum. Miðvallarovastin Hallur Hansson verður 22 í dag. Vikingur.fo ynskir honum hjartaliga til lukku.

Dystur hóskvøldið móti Daugava Daugavpils verður leiktur klokkan 17.00 CET á Sloka leikvølli í Jurmala, ið liggur skamt frá høvuðsstaðnum Riga. Dómarin verður sviin Andreas Ekberg.

Farna kappingarár vann Víkingur samanlagt á Turku úr Finnlandi og kom harvið víðari í 2. umfar. Tá skrivaðu Flemming Petersen og Páll Isholm sangin Víkingaskútan, ið byrjar við orðunum Víkingaskútan í heimin nú stevnir. Vónandi fer at gangast okkara monnum líka væl í ár sum tá.

Hósdagin fáa vit svarið, tá okkara menn skulu verja 2-1 sigurin á Svangaskarði.

Vit vunnu fyrsta dystin móti FC Daugava

10458882 910865435596527 2102071459013084585 n

Fyrsti dystur í Europa League, í ár, er vunnin.

Les meira…

Kunngerð til dystin í kvøld

Til dysti í kvøld fara U14 dreingir hjá Víkingi at selja lutaseðlar til frama fyri uttalandaferð til Vildbjerg í summar. Vinningarnir eru:

1. Atgongumerki til G!festival + tjaldingarpláss
2. Gávukort frá Rokoko
3. 2 atgongumerkið til dansin leygarkvøldið á Víkingadøgunum, umframt 2 armond til hoppiborgirnar.
4. Eskja av frystum gullaksafarsi frá Tavuni í Leirvík.

Takið væl ímóti dreingjunum.

Okkurt spennandi kl 14.00 leygardagin

Leygardagin kl 14.00 fer okkurt spennandi at henda á økinum har stóra telti stendur í Leirvík.

Her er eitt lítið hint um hvat tað er:

http://www.youtube.com/watch?v=TOd4HGJvwk4

Annars so er at siga at dystur er í kvøld kl. 19.00 og er hesin dystur ímillum okkara lið og HB. Og hava vit møguleika at leggja okkum við einum sigri í kvøld eitt stig aftanfyri HB á stigatalvuni. Hetta er samstundis seinasti dystur áðrinn summarstegðin, meðan vit fara at spæla í Euopa league komandi hósdag, og verður hesin dystur í FØ. SO vit vóna at vit øll fara at møta fjøllment til dystin í kvøld og til dystin í næstu viku í Europa league.

Sigast skal eisini frá at kl 21.00 í kvøld so fer Livar at hava ein fyrilestur í Bátasavninum í Leirvík.

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner