Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi

Tíðindi

Vinningar

Hesir lutaseðlar vunnu á eydnuhjólinum hjá víkingi 24. mai 2014


1. Tveir flogferðaseðlar: nr. 40020 (heintaður)

2. Fartelefon: nr. 40104 (heintaður)

3. àrskort (Víkingur): nr. 40027 (heintaður)

4. Saltfiskur: nr. 40111 (heintaður)

5. Sodavatn: nr: 40030


Vinningarnir kunnu heintast við at ringja á tlf. 742024 ella 730053


Áttu at fingið meir

Lagt var upp til stórdyst nú, vit høvdu møguleikan at blanda okkum í stríðið um meistaraheitið.

Dysturin byrjaði væl og beinanvegin komu vit til einar tveir møguleikar, ið við eitt sindur av hepni løgdu okkum á odda!

Les meira…

Víkingar dagar

Tíðindaskriv.
Vikuskiftið 27.-28. juni skipar Víkingur enn einaferð fyri víkingadøgum í Leirvík
Í hesum sambandi bjóða vilja vit bjóða frítíðarsiglarum og bátaeigarum hjartaliga vælkomnum at halda vikuskiftið í Leirvík. Bátarnir koma at liggja í nýggja, sera snotuliga og hugnaliga bátahylinum í Leirvík.
Campingvognar eru somuleiðis hjartaliga vælkomnir. Umstøðurnar fyri campingvognarnar eru eisini framúr góðar. Campingvognarnir koma at standa á økinum við nýggja bátahylin.
Kringumstøðurnar eru góðar og hugnaligar.
Umframt at njóta føroyskan summarhugna við bátahylin er eisini upplagdur møguleiki at vitja nýggju sandstrondina í Leirvík. Somuleiðis verður møguleiki at spæla krokk á spildurnýggja krokkvøllinum.
Møguleiki er eisini fyri innandura familjuhugna. Haraftrat ber til at svimja/brúsa sær í svimjihøllini fríggjakvøldið og leygardagin, og er hetta frítt fyri øll.
Leygarkvøldið verður dansur við Flemming Petersen og aftrat sær hevur hann fingið sær sonin Benjamin og arðar góðar menn at hjálpa sær, og verður dansur á økinum aftanfyri Fo-fish.
Prísur fyri húsvognar og bátar er 500.-kr pr eind og fygljur eitt atgongumerki til dansin við. Eisini kemur okkurt annað at fylgja við i hesum prísi, men alt er ikki komið uppá pláss enn, so tit frætta meira um tað seinni. 
Endaliga skráin fyri víkingadagarnar annars kemur seinni.
Við vón um góða undirtøku til eitt ógloymandi vikuskifti.
Tilmelding fer framm á tlf 554300 ella senda ein meyl til Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.

Flottur sigur og væl á veg!

Líkindini at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu, nú vit í Sarpugerði møttu EB-Streymi í fyrru hálvfinaluni í kvøld. Bæði farnu árini hava vit møtst í finaluni, so lagt var upp til eitt brak av einum dysti í kvøld. Tó hava vit havt munin á teimum seinastu árini, so flestu áskoðararnir høvdu gott mót um dystin.

Les meira…

U12 mangla venjarar

U12 mangla venjarar
okkara røsku dreingirnir mangla venjarar. Er tad onkur ið hevur hug at
hjálpa til við venjingini, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við
Janus Rasmussen tel 281418 ella Ólavur Olsen tel 233260

Gestablíðir

Grannauppgerðirnar við grannarnar innan Eið eru hesi síðstu árini vorðnar veruliga intensar, og í dag var einki undantak. Spælilíkindini vóru av teimum allar bestu,- ikki ein ond og fløggini rørdust ikki. 

Beint undan dystinum var greitt, at Atli ikki var førur fyri at spæla, men maður kemur í mans stað, so aðrir fingu møguleikan.

Dysturin byrjaði við øgiligum trýsti frá Víkingi

Les meira…

Lava vísti sítt máltev.

Okkara kommandi Víkinga leikari Andreas Lava Olsen vísti máltev í seinasti dysti hann spældi fyr BK Frem. Hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum yvir Helsingør, vit vóna at hetta máltev heldur fram og hann verður líka skarpur tá hann vendir nøsina heimaftur og verður at sígg í okkara eyðkenda ljóðsa bláa búna. 
Dystar frágreiðing kann lesast inni á niðan fyristandi leinkju:
Næsti dystur hja Víkingi er ímótir HB í Gundadali og er dysturin 2.páskadg kl 15.00
WLYV

Kvinnurnar vunnu í Gundadali

Kvinnurnar vunnu í Gundadali

B36 – ÍF/VÍKINGUR 19.04.2014


Við einum sera væl leiktum fyrra hálvleiki, vunnu kvinnurnar2-1 á B36 í Gundadali leygardagin 19. apríl. Hetta var triðja umfar í landskappingini og fyrstu trý stigini til kvinnurnarhetta kappingarárið. Vit spældu gott á øllum plássum oghøvdu sera gott samanspæl, serliga í fyrra hálvleik. Eftir 33 minuttir legði Arna Vatnhamar eina flotta avlevering tilJakobu Svensdóttir á høgru síðu uttanfyri 16 meturin. Jakobasendi eitt beinleiðis langskot í málið uttan nakran tjans fyri B36 málverjan! Eitt sera vakurt mál og var hetta eisini fyrsta málið hjá Jakobu í kvinnudeildini.

Sjálvt um kvinnurnar høvdu fleiri málmøguleikar og nógv gott spæl, komu ikki fleiri mál í fyrra hálvleik. Hálvleikstøðan vartískil 1-0 til ÍF/VÍKING. Í seinna hálvleik leikaði meira hart á og B36 kom nógv meira fram á vøllin og javnaðu tær eftir 67 minuttir við einum beinleiðis frísparki 4-5 metrar uttanfyri 16meturin á vinstru síðu. Hetta var eisini eitt sera flot mál av Biritu Mortansdóttir hjá B36ÍF/VÍKINGA kvinnurnarstríddist tó víðari og verjan og málverjin stóð væl ímóti trýstinum frá B36. Aftaná 83 minuttir kom eitt skjótt álopframmi á B36 hálvuni og Simona Heinesen í B36 málinum misti langskot frá Jensu Olsen sum Jóhanna Lervig, aftanáfarligt smáspæl frammanfyri B36 málinum, sendi í netið til 2-1. Ein fult uppibornan sigur, hóast seinni hálvleikur var meira javnur.

Næsti dystur hjá kvinnunum í 1. deild er ímóti HB í Gundadali 27. apríl.

Lítið skarpir!

Higartil í ár hava úrslitini ikki rættiliga lagað seg, soleiðis sum vit høvdu ynskt. Tó vunnu vit fyrsta sigurin síðsta vikuskiftið, og tað var við vón um enn ein sigur, at fitt av ákoðarum høvdu leitað sær út á Skála. Líkindini at spæla vóru hampulig. Nakað av vindi, turt og sera kalt.

Dysturin byrjaði, sum vit kundu vænta.

Les meira…

Ein pligtsigur

Nú rullar bólturin aftur um løgmanssteypið.


Um vikuskiftið var so skjøtil settur á steypakappingina sum vit flest øllum kunnugt hava vunni tvey ár uppí slag, tað var heil fitt av fólki ið hevði leita sær í Sarpugerð í góðveðrinum leygardagin til dyst har vit tóku ímóti Skála, fyrri hálvleikur var mest merktur av heldur rótutum fótbóltspæli, kanska tí tað enn er naka tíðliga uppá ári, men hvussu er og ikki so kláraðu vit so alíkavæl at punktera dystin í fyrra hálvleiki, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin fekk Súni Olsen boltin naka uttanfyri brotsteigin og so sum vit kenna Súna best so meddaði hann til, nakað heldiga kanska rakti bólturin menn á vegnum og umvegis ein fót í trunkanum endaði hann so í málinum, held ella ikki, máli telur tað sama. Beint fyri hálvleik varð dysturin í roynd og verðu avgjørdur tá Finnur Justiussen kom á máltalvuna, tað kom eftir at eitt innlegg kom úr høgru, tað var fyrst ein miseydna roynd á máli men so var Finnur fyrstur á returinum og setti pannuna á, tvey null tá fari var til hálvleiks.
Skála royndi til fánýtis at trýsta í seinna hálvleiki, til tíðir var tað talan um rímuligt fótbóltspæl utan at tvey null leiðslan nakrantíð var í vanda. Vit vinna tvey null á Skála í Sarpugerðið, ein pligtsigur vildi onkur sagt, vit hava so vunni okkara fyrsta dyst í ár, nú helma vit ikki í aftur fyrrenn í oktober.

WLYV

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner