Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi

Tíðindi

Lava aftur í Víkingi

Leirvíkingurin Andreas Lava Olsen hevur skrivar ein hálvtannað ára sáttmála við barndómsfelagið. Lava hevur verið burturstaddur í lestrarørindum tey seinastu fýra árini, og í summar verður hann liðugur.

Les meira…

Sølvi Vatnhamar hevur longt við Víking.

Evnaríki Leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar hevur longt sáttmálan við Víking. Víkingur og Sølvi hava gjørt ein 2 ára sáttmála. Sølvi tekur í løtuni útbúgving sum byggifrøðingur í Danmark og verður liðugur komandi summar. Tað viðførur at Sølvi verður nakað burtur fyrsta hálva árið av sínum sáttmálaskeiði.

Les meira…

Venjing 2. Og 3. Flokkur

Vit venja í morgin, mánadagin 28. Oktobur í skúlagarðinum í Gøtugjógv kl 17.00

Um vedrið ikki er til vildar fara vit inn at venja. So havi innandura skógvar við. 

Seinasti dystur

So var kappingarárið '13 av og tað bleiv til eitt 6. pláss í einum

lítið undirhaldandi seinasta dystið við Stórá har heilt fitt av fólki

hevði leita sær til dyst.

Les meira…

Súni Olsen er aftur Víkingur

Miðvallarin Súni Olsen hevur skriva undir ein tvey ára sáttmála við Víking. Við sínum 263 dystum í bestu deildini, 12 evropeiskum dystum og 53 A-landsdystum er Súni ein sera royndur leikari, og verður hann ein styrkur fyri okkara lið komandi kappingarár.

Les meira…

Ein løgin kensla

Hvat skuldu vit brúka henda dystin til?

Sjálvandi skuldu vit ikki tapa hann, men einki lá í kortunum, hvat ein sigur kundi geva okkum.

So við hesi eitt sindur løgnu kenslu fór eg til Margáir, tí eg skuldi skriva okkurt til heimasíðu okkara.

Les meira…

Liðið sum kann avgera.

Við dystinum móti ÍF og komandi tríggjar dystirnar kunnu vit so avgjørt hava ein fingur við í spælinum, um hvussu liðini liggja á stigatalvuni. Í gjár gjørdu vit við stórari vissu HB til føroyameistara. Hinir dystirnir. móti EB/S, KÍ og TB kunnu gera tað soleiðis at EB/S ikki sleppur at spæla úti í Europa komandi ár, og so kunnu vit vera við til at avgera um tað verður TB ella KÍ sum flyta niður.

Tað var beistakalt at vera áskoðari til dystin í Sarpugerði í gjár, og tá 10 minuttir vóru farnir kendist tað enn kaldari tá Dánjal á Lakjuni, sum spældi ein góðan dyst, legði ÍF á odda. Men var tað kalt at vera áskoðari so kann ikki sigast at leikararnir vóru kaldir. Heili 10 ferðir hevði Rúni Gaardbo gula kortið á lofti. Liðskiparin hjá ÍF var tó einasti sum fekk gult kort 2 ferðir. Útiliðið hevði betur tak á dystinum fyrra hálvleik, og tað var helst í lagi at ÍF var á odda í hálvleikinum. 

Víkingaleikararnir vóru sum hamskiftir tá teir komu út til seinna hálvleik. Vit vóru nógv grammari enn gestirnir og tað sá út til at tað bert var spurningur um hvussu skjótt vit komu upp á javnleik. Men sum so ofta fyrr máttu vit uttanfyri vøllin bíða alt ov leingi áðrenn hol kom á. Eftir frálíkt innlegg frá Philip úr høgru kundi Bárður seta fótin á og so var 1-1. Men vit sleptu ikki har. Beint eftir útjavnandi málið lá bólturin aftur í málinum, men tíverri var Finnur rangstaddur tá hann setti høvdið undir bóltin. Aftur gekk bara stutt løta so var Finnur aftur upp á spæl. Eftir innlegg úr vinstru fekk okkara toppskjútti hegnisliga skotið bóltin í málið. Nú vóru vit á odda, og tað var so avgjørt uppiborið. Vit fingu eisini eitt brotsspark samstundis sum Bartal varð vístur av vøllinum, men tað kláraði Hanus ikki at fáa mál upp á, tí Hallgrím í ÍF-málinum bjargaði meistarliga.

Hvat skulu vit so satsa upp á at árið skal enda við? Vit eiga at royna at fáa fatur á bronsumerkjunum, men um vit klára at koma upp á 5. pláss og harvið fáa ein heimadyst eyka so haldi eg ikki at vit skulu vera ónøgd við gongdina síðan steypasigurin. 

Víkingur - ÍF sunnudagin kl 17.00

Vegna jarðarferð verdur dysturin leiktur kl 17.00

Huff – Huff.

Huff – Huff.

Eg havi besta hugin at siga sum pápi Herviliga Henry:

Hatta var einki stuttligt.

So var aftur ein av hesum døgunum, har alt sær so positivt út, men sum so við og við broytist til eina reina marru.

Les meira…

Hans Jørgen Djurhuus hevur longt við Víking

Royndi leikarin, HansJørgin Djurhuus, hevur longt sáttmálan við Víking í enn eitt ár. Hans Jørgen hevur leikt 263 dystir í fremstu røð, og leikt 8 dystir í evropeiskum samanheingi. Hans Jørgen hevur skoti 20 mál.

Les meira…

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner