Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi

Tíðindi

Sukku í Djúpumýru

Hóast kalt og frískt lot høvdu fitt av áskoðarum leitað sær í Djúpumýru at síggja Kí og Víking.

Les meira…

So hendi tad aftur

Vit komu ikki inn í dystin. Runnu snøgt sagt aftan á HB tað mesta av fyrra hálvleiki. Sæð yvir allan hálvleikin vóru vit heppin, at einki mál kom. Har vóru nakrar atsóknir á málini, men ikki nógvat fløva henda ruskuta dag.

Les meira…

Kvinnurnar fingu teirra fyrsta stig

Tað hevur gingið heldur slakt hjá okkara kvinnum í landskappingini í ár og hava tær eftir fimm umfør tapt heili fimm dystir og sostatt einki stig fingið.

Í dag skuldi tær taka ímóti HB í Sarpugerði og nú skuldu stig spyrjast burturúr. Seinast tær møttu HB var fyri einum góðum mánaði síðani, tá ið liðini brustu saman í Gundadali; tá fóru havnargenturnar avstað við øllum við einum sannførandi 3-0 sigri.

Les meira…

SAME PROCEDURE AS EVERY YEAR

Hugurin til at fara til dyst í Sarpugerði í dag var ikki tann allarbesti. Norðanættin gjørdi um seg við bæði vindi og vátaslettingi. Men tá dómarin hevði floyta dystin av varð ikki nógv hugsa um kuldan, tí vit høvdu hølvað suverena oddaliðið, NSÍ, av. Men tað plaga vit eisini at gera.

Les meira…

Ikki fyri veikar sálir!

Í 123 minutti fer Geza sum síðsti brotssparksskjútti til bóltin og smekkar hann flott upp í tríkantin, og støðan gerst samanlagt 12-11. Síðani inn í málið og bjargar skotinum frá Saric! Víkingur vinnur 12-11 og eru klárir til hálvfinaluna!

Les meira…

De-já Vù

Vit vóru nøkur fá, sum sunnumorgunin fóru við Smyrili til Suðuroyar at hyggja at dystinum ímillum TB og Víking. Frá einari byrjan við 4 javnleikum, vóru vit nú komin í gongd við 2 sigrum ímóti FC Suðuroy og EB/Streymi, og spælið er vorðið alsamt betri.

Les meira…

Kalt, men 3 stig heitari!

Í rættiligum vetrarveðri leitaðu vit okkum til Margáir í dag. Vónirnar til dystin vóru góðar, og Víkingur var undan dystinum mettur sum greiður favorittur. Tó vistu vit, at hóast EB-Streymur hevur verið mett sum eitt lið, ið kemur at stríðast í botninum, so hava ungu menninir fyrstu umførini víst, at teir als ikki ræðast at taka dystin upp.

Les meira…

Vit eru aftur við í steypakappingini

So bragdaði aftur. Víkingur er aftur, sum so mangan fyrr, við í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrsti dysturin var ímóti B68 2. páskadag.

B68 hevur so ofta argað okkum, og leingi sá út til, at teir spældu fyri møguleikanum hesaferð eisini.

Men Víkingur kom inn á vøllin við væl skipaðum, tolnum spæli, og so líðandi settu teir seg á dystin.

Líkindini vóru vánalig, men vit høvdu undanvind fyrra hálvleik, og tað gjørdi góðan mun.

Les meira…

Eldsál slóknað

sonja

Lívið heldur fram, sjóvarføllini renna og venda, sólin rísur og setur, streymurin harðnar og spekist og menniskju ganga inn og út úr hesum heimi.

Les meira…

Fýra ferðir Finnur!

Undan dystinum í dag móti FC Suðuroy var eingin ivi millum viðhaldsfólkini: Bert ein sigur kundi góðtakast. Fyrstu fýra dystirnir hava víst eitt Víkingalið, ið hevur spælt frálíkt, og sum hevur - kanska burtursæð frá dystinum móti KÍ - verið greitt omaná á vøllinum, men bert javnleikir eru komnir til høldar. Í dag kom botnliðið á vitjan, og vónirnar til sigur vóru góðar.

Les meira…

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner