Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi

Gott avrik, hóast tap!

Í brennandi sólskini høvdu nógvir áskoðarar leitað sær á Svangaskarð til fyrra dystin hjá okkum móti oddaliðnum í norsku kappingini. Eitt frískt lot var og fyrra hálvleik høvdu vit lotið undan.

Rosenborg gav bóltin upp, og teir royndu at flyta bóltin skjótt runt úr aðrari síðuna í hina. Víkingaliðið lá aftarlaga á vøllinum, og skjótt sást, at verjuparturin var sera væl skipaður.

Les meira…

Víkingur-Rosenborg á Svangaskarði

Hóskvøldið 2. juli kl. 19 spæla vit fyrra Europa-league dystin á Svangaskarði móti Rosenborg úr Tróndheimi í Noregi.

Vónandi møta nógvir fjepparar upp at stuðla okkara leikarum. Í hesum sambandi er ókeypis atgongd til allar fjepparar.

Atli Gregersen hevur longt við Víking

Atli

Atli Gregersen hevur longt sáttmálan við Víking í tvey ár. Atli er 33 ár. Atli hevur leikt 275 dystir fyri Víking, og skoti 18 mál. Atli hevur somuleiðis leik 28 A-landsdystir fyri Føroyar.

Les meira…

Dystarfrásøgn27.07.15

Fríggjadagin 27.06.15 var Víkingur betra liðið.

Teir vóru væl betri enn HB, og ivi var ongantíð um, hvat lið var tað betra

Bæði liðini vóru skerd.  Á HB-liðnum manglaðu fleiri leikarar, og hjá Víkingi manglaðu Hans Jørgin og Suni. Gert Hansen og Dánjal Pauli eru so dánt við at finna stevið eftir drúgva fráveru.

Líkindini vóru vánalig við nógvum vindi oman eftir vøllinum. Víkingur fekk undanvind í fyrra hálvleiki og HB fekk tað tí sera trupult. Víkingar settu seg tungt á dystin og vóru sera væl skipaðir í verjupartinum. Menn stríddust fyri hvørjum bólti og vunnu teir ikki sjálvir bóltin, fingu teir sum oftast prikað hann til onkran viðleikara.

32 minuttir leiktir, og Gunnar Vatnhamar fer við ferð við bóltinum, snarar inn móti miðjuni og finnur eitt lítið hol í verjuni, og so er 1 – 0.


35 minuttir leiktir, og Heðin Hansen skeyt langt úti frá, og bólturin brast í meskarnar ovaliga í vinstra horni. 1 – 0.

Tað ið eftir var av fyrra hálvleiki broytti ikki støðuna.

Nú vóru vit bangin fyri, at HB fór at koma út sum eitt óløgi, og helst royndu teir tað eisini, men víkingaliðið dugdi betur at spæla í mótivindinum, enn HB hevði gjørt.

Tá ið 66 minuttir vóru leiktir var klumpaspæl í HB brotsteiginum, og endin var, at Atli Gregersen setti bóltin í netið.

Dysturin var rótutur, og dómararnir dugdu illa at leiða hann. Nógvar skeivar avgerðir og ofta tagdi floytan tá ið hon átti at ljóðað. Mest sum eitt undur, at ikki stórir skaðar hendu. Serliga vóru leikararnir á HB-liðinum misnøgdir.

Sum so kann ikki sigast, at tær skeivu avgerðirnar avgjørdu dystin, men tær lýttu hann

Nú eru vit so farin í summarsteðg og gleða okkum til dystirnar ímóti Rosenborg og til seinnu hálvu.

WLYV

Dysarfrásøgn27.06.15

Les meira…

Fótbóltur fyri øll

Tiltaki "fótbóltur fyri øll" veður mánadagin 22. juni kl 18:00 - 21:00 í Sarpugerði.

Seti kross í kalendarin soleiðis at børn, vaksin, venjarar, foreldur, fyriskiparar, nevndir, avarandi, leikarar vinir, kenningar, ommur, abbar, lang ommur, lang abbar, heintarar við øðrum orðum so nógv av okkum 2.000 sum møguligt møta í Sarpugerði.

Skráin sær soleiðis út:
Felags spøl og hugni, sum øll kunna verða við til.
Jonhard og John skemt
Matur frá Bovling - nátturi/døgurði úti.

WLYV
Víkingur

Víkinga dagur

Víkinga dagur verða tann 27 Juni. Yvirlit fyri dagin verðður kunngjørt seinni.

Trý mál og trý stig

Átta minuttir vóru farnir, tá ið Víkingur hevði lagt seg á odda 2-0 móti EB/Streymi. Og fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, taá ið støðan var 3-0.

Sum Víkinga-áskoðari var tað deiligt at fáa triðja málið, tí tá var tað eins og dysturin var lukkaður og sigurin komin í hús.

Les meira…

Klassamunur!

Eftir framúr gott avrik á Tórsvølli í kvøld eru vit aftur í steypafinaluni. Rómurin í gestaskýlinum undan dystinum gav eina kenslu av, at hetta kundi gerast okkara dystur, hóast afturúr 1-0 frá fyrru hálvfinaluni.

Les meira…

Góðu víkingafjepparar

Víkingur stendur framman fyri enn einari stórari avbjóðing, at røkka í finaluna um løgmanssteypið fyri fjórðu ferð á rað. Tískil hevur felagið avgjørt at bjóða øllum áhugaðum víkingaviðhaldsfólkum ókeypis busssamband til seinnu hálvfinalu mikukvøldið ímóti b36. Komið og stuðli okkara liðið fram á mál.

Bussarnir koyra frá bóvlinhøllini í Leirvík kl. 17:00.

Víkingur

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner

Støðan

Effodeildin 2016

# Team D +/- S
1 VÍK 27 34 61
2 27 38 60
3 NSÍ 27 24 55
4 B36 27 18 49
5 HB 27 14 43
6 ÍF 27 -17 32
7 TB 27 -17 27
8 SKÁ 27 -16 26
9 AB 27 -18 18
10 B68 27 -60 7