Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi

Víkingur nýggjan høvuðssponsor

Wenzel

Beint áðrenn ársaðalfundin hjá Víkingi, sum var hildin í Vikingahúsinum uppi á Brekkum í Leirvík mánakvøldið, undirskrivaðu Víkingur og P/F Wenzel sponsoravtalu.

Les meira…

Nýggjur høvuðsstuðul

Á aðalfundinum, í kvøld kl.20:00, skrivar Víkingur undir sáttmála við nýggjan høvuðsstuðul. Aðalfundurin er í ítróttarhúsinum í Leirvík.


Víkingur

Víkingur tekur frástøðu frá harðskapi

Vísandi til venjingardystin millum HB og Víking, har tað kom til ilnar millum leikarar hjá feløgunum báðum, vil Víkingur hervið boða frá, at felagið staðiliga tekur frástøðu frá harðskapi í ítrótti og í síni heild.


Nevnd felagsins hevur viðgjørt ítøkiliga málið. Niðurstøður og avleiðingar verða ikki kunngjørdar í fjølmiðlunum, og felagið hevur ikki aðrar almennar viðmerkingar til málið.


Víkingur vónar ikki, at hendingin týskvøldið í Gundadali, og øll tann almenna umrøðan málið hevur fingið, fer at kasta neiligar skuggar yvir tað stóra og mennandi virksemið, sum verður útint í Víkingi og øllum tí føroyska fótbóltsheiminum, nú enn eitt spennandi kappingarár stendur fyri durum.


Við Ítróttarkvøðu

Nevndin í Víkingi

Nýggjur venjari settur til 1. deild kvinnur hjá ÍF/Víkingi

10807055 10154749978790478 2034869933 n

So hevur felagsliðið hjá ÍF/Víkingi fingið nýggjan venjara.

Les meira…

Tillukku fótbólts Føroyar

Víkingur vil ynskja landsliðnum tillukku við sigrinum, og vil eisini ynskja alt fótbólts Føroyar tillukku við tí ótruliga úrslitinum á útivølli ímótir Grikkalandi. Serliga vilja vit ynskja Atla Gregersen, Sølva Vatnhamar, Hallur Hansson og Hanus Jacobsen, sum til hendan dystin vóru okkara menn á landsliðinum, eitt stórt tillukku við bragdinum.

 føroyar

Gert Hansen er Víkingur

Gert Hansen1

Í framhaldandi royndini eftir at náa á ovastu rók, í Føroyskum fótbólti, hevur Víkingur styrkt um besta liðið.

Les meira…

Atgongumerkir til Víkingaveistluna

Tilber at ogna sær atgngumerkir til veistluna við at koma í bovling í Leirvík hósdagin tann 30/10 og týsdagin tann 3/11 ímillum 20.00-22.00. Og ikki sum lýst hevur veri á plakatuni. Tilber eisini at ringja til Jeffra á tlf 742026. Kostnaðurin er 350.- pr stk.

Endaðu árið við sigri!

Í síðsta umfari av kappingarárinum møttu vit B68. Dysturin hevði lítlan týdning fyri bæði liðini. B68 vóru fluttir niður og vit lógu á einum tryggum bronsuplássi!

Líkindini at spæla vóru einki serlig í Sarpugerði í dag, og hetta sást eisini á áskoðarafjøldini, ið ikki fylti nógv í skýlinum.

Les meira…

Ein eldsál er sløknað

eyðbrith

Ein eldsál er sløknað.

Sunnudagin 5. okt bórust okkum tey tungu boð, at Eyðbrith Ryggshamar brádliga var tikin frá okkum. Vit standa spyrjandi um, hví slíkt hendir. Tómrúmið er stórt.

 Umframt at vit vóru vinkonur, so hava vit verið so mikið hepnar síðstu árini at hava arbeitt saman við Eyðbrith í nógvum ymiskum sambondum, ikki minst í LÍF og síðani Víkingi.

Hennara megnararbeiði í Víkingi talar fyri seg sjálvt. Við sínum stilla og glaða lyndi fekk hon so sera nógv av skafti uttan nakað sum helst hóvasták. Hon arbeiddi nógv og friðarliga handan kulissurnar. So mikið væl treivst Eyðbritt handan kulissurnar, at torført hevur verið at finna eina mynd av henni í Víkinga-samanhangi. Eyðbrith var sera íðin Víkingur. Hon stóð fyri tiltøkum sum basari, bingo og fýrverkssølu. Hon var eisini fús við til at fyrireika, tá ið ungdómskappingar og dystir vóru. Skuldi nakað praktiskt ornast, tað verið seg klæðir, køkur, vask av húsi ella annað, var hon altíð klár. Óansæð hvat hon varð  biðin um, var svarið: “Tvæææætl......einki problem. Tað finna vit útav”. Fantastiskt.

Eyðbrith var ein savnandi persónligheit, hon dugdi sum eingin annar at skapa samanhald. Sostatt er Eyðbrith ein sonn fyrimynd fyri okkum øll bæði sum einstaklingar og sum felagskapur. Vit Víkingar kunnu taka við okkum víðari á leiðini hugburðin, hon hevði um samanhald, og evnini, hon hevði at skapa samanhald. Hon var altíð klár at taka eitt tak fyri felagskapin. Hugburður, sum bæði gagnar hvørjum einstøkum og Víkinga-felagskapinum sum heild. Latið arbeið okkara í Víkingi framhaldandi verða merkt av tí positiva og savnandi anda, sum hennara innsatsur bar boð um.

Víkingur hevur mist eina eldsál. Saknurin er óberandi. Vit syrgja sáran. Vit syrgja sáran saman við tykkum, sum mist hava konu, mammu, vermammu, ommu, dóttur, systur  og fastur.  Harrin styrki tykkum.

Við hesum fáu, fátøku orðum vilja vit við seinastu Víkinga-kvøðu lýsa frið yvir minnið um Eyðbrith.

Heilsan Anna og Jonna

Javnleikur

Eftir landsliðssteðg varð landskappingin sett í gongd aftur um vikuskiftið. Hesaferð var landsliðið mannað av fleiri Víkingum og teir, ið fingu spælitíð, vóru teir eyðsýndastu á vøllinum móti Ungarn!

Les meira…

Eldri tíðindir...

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner

Støðan

Effodeildin 2016

# Team D +/- S
1 VÍK 27 34 61
2 27 38 60
3 NSÍ 27 24 55
4 B36 27 18 49
5 HB 27 14 43
6 ÍF 27 -17 32
7 TB 27 -17 27
8 SKÁ 27 -16 26
9 AB 27 -18 18
10 B68 27 -60 7