Tíðindi
Arbeiðsdagur 2023
Set X í kalendaran 25. februar, tá ið árligi arbeiðsdagurin verður
Byrjað verður við morgunmati kl. 9.00 í Sarpugerði og síðani fara vit til verka, bæði í Gøtu og Leirvík, har bæði húsini og vallirnir troyngjast til at fríðkast eftir ein harðan vetur
Tað er nokk at taka hond í, og vit hava brúk fyri øllum kreftum. Uppmøtinginin plagar altíð at vera góð, og hetta plagar at vera ein hugnaligur og góður dagur fyri felagskapin, so vónandi síggjast vit
Nevndin